Steso fer í upptøkuhøli

Nýggi lovandi føroyski bólkurin Steso fer nú í upptøkuhøli fyri at spæla fyrstu fløgu teirra inn. Á MySpace síðuni skrivar Jonathan Glass, at bólkurin ger seg kláran at fara í upptøkuhøli saman við fleiri kendum nøvnum. Millum tey, ið higartil hava játtað á ymiskan hátt at vera við á fløguni eru: Líggjas og Flóvin úr Deja Vu, Ása Wraae, Jens L. Thomsen (maðurin handan ORCA og bassleikari í Clikhaze) og Magnus (SIC og Makrel). Tað er enn ikki heilt greitt, hvussu fløgan verður skipað ella um fleiri kend nøvn koma afturat manningini ? men higartil má sigast, at útspælið sær sera lovandi út.

 

Jonathan sigur frá, at navnið til bólkin stavar úr filminum ?Nordkraft?, sum hann metir vera ein sera góðan film, ið setti nógvar tankar í gongd hjá honum. Serliga var tað ein av høvuðspersónunum (Steso), ið hevði ávirkan á Jonathan og tí valdi hann, at uppkalla bólkin hjá sær eftir hesum persóninum.