Östersund framdi eitt satt fótbóltsundur

Östersund FK, sum spælir í bestu svensku deildini á bara øðrum ári hevur vunnið seg víðari í Europa League

Östersund FK endaði sum nummar fimm í Allsvenskuni, sum besta deildin í Svøríki eitur. Teir endaðu 14 stig aftanfyri Malmö FF, sum vann Allsvenskuna við 64 stigum.

 

Men Östersund FK er ársins lið í Svøríki, og tað er teirra ótrúligu úrslit í Europa League, sum liggja til grund fyri tí. 

 

Í summar spældi Östersund FK sín fyrsta evropeiska dyst nakrantíð aftaná stovnanina av felagnum í 1996. 

 

Östersund koppaði turkiska risanum, Galatasaray í øðrum undanumfarinum í Europa League við einum samlaðum 3-1 sigri. Í triðja undanumfarinum vann Östersund eisini samlað 3-1 á Fola Esch úr Luksemborg. Í fjórða og avgerandi undanumfarinum vann Östersund á grikska liðnum, PAOK uppá mál á útivølli. Östersund vann 2-0 á PAOK heima, og tapti 1-3 úti.

 

Og nú hevur Östersund vunnið seg víðari úr bólkaspælinum í Europa League við einum 2-0 sigri á Zorya Luhansk úr Ukraina. 

 

Alhaji Gero legði Östersund á odda 1-0 beint undan steðginum, og í 78. minutti staðfesti Saman Ghoddos sigurin við einum dundurskoti.

 

Frøin var ovurhondsstór í Östersund. Felagið hevur longu forvunnið sær eina upphædd, sum svarar til 40 miljónir krónur fyri avrikini í Europa League higartil.

 

Farna kappingarár er bara annað kappingarárið hjá Östersund í bestu svensku fótbóltsdeildini. Fyrstu árini spældi liðið í triðbestu deildini, áðrenn tað í 2006 eydnaðist liðnum at vinna seg upp í næstbestu deildina á fyrsta sinni. 

 

Formaðurin í Östersund FK, Daniel Kindberg sigur við svenska blaðið, Expressen, at peningurin felagið vinnur uppá Europa League skal brúkast til at gera íløgur í eitt lið, sum kann vinna svenska meistaraheitið.