Sterling á húsagang

Flogfelagið Sterling Airways gevst við sínum virksemi. Felagið er farið á húsagang Sterling Airways fer í dag at kunngera, at felagið er farið á húsagang. Sagt verður, at øll flogførini hjá felagnum eru sett.

Sterling sigur í einum tíðindaskrivi, at felagið hevur roynt at sleppa undan húsagangi, men til fánýtis.

- Tí hava vit ikki annað í at velja enn at boða frá, at felagið er farið á húsagang, stendur í tíðindaskrivinum.

Tað var tann kendi Tjæreborg-presturin, sum stovnaði Sterling Airways í 1962. Felagið hevur skift eigarar fleiri ferðir, og eitt nú hava íslendingar átt felagið.