Brennivínshúsið, Dism, er í dag komið við einum nýggjum snapsi. Talan er um eitt føroyskt akvavitt, sum minnir eitt sindur um Aalborg, ið tey flestu kenna Fløskan, ið varð lagd fram í gamla reinsarínum í Tórsgøtu í morgun, verður kallað Lívsins Vatn. Lívsins Vatn verður framleitt á Borgundarhólmi, tí føroysk lóggáva loyvir ikki, at mann bryggjar nakað sterkari enn gulløl.
Ætlanin er, at Lívsins Vatn skal gerast ein snapsur, ið tekur plássið hjá Aalborg Akvavit í Føroyum, og menninir aftanfyri Dism, Mortan Mols Mortensen og Erling Eidesgaard, hava enntá tikið sær frælsi at skriva tjóðardrykkur føroyinga á fløskuna.
- Vit hava arbeitt við hesi ætlan í hálvtannað ár. Talan er um ein snaps, ið vónandi kemur at taka plássið hjá Aalborg akvavit í føroysku veitslunum. Vit hava eina sterka veitslumentan, og eru nokk millum fólkasløgini, ið drekka mest akvavitt í heiminum, so vit halda tað vera uppá sítt pláss, at hava ein føroyskan snaps, greiðir Erling Eidesgaard frá.
Les restina av søguni og samrøðu við Erling Eidesgaard um rúsdrekkalógina í dagsins Sosiali.