Sterkur bakkur til Neistan

Í royndunum at røkka aftur á tindin, verður kvinnuliðið hjá Neistanum styrkt við krútsterkum bakspælara úr Makedonia

Hondbóltur

Savica Mrkich eitur spælarin, sum í gjár lendi her í Føroyum. Savica er 22 ára gomul, men hóast unga aldurin, so hevur hon longu drúgvar royndir innan hondbólt. Eitt nú hevur hon roynt seg í EHF Champions League, og hetta seinasta árið hevur hon spælt í griksum hondbólti.
Savica er 184 sentimetrar høg, og verður lýst sum ein skotsterkur bakspælari. Jógvan Højgaard, sum er partur av bólkinum, sum tekur sær av kvinnuliðnum hjá Neistanum, sigur við Sosialin, at tað er at kalla greitt, at hon skal spæla við Neistanum komandi kappingarár.
- Øll formlig viðurskifti eru í lagi, og báðir partar eru til reiðar at skriva undir í hesi vikuni. Vit vilja tó fegin síggja hana á vøllinum, og tí fer hon at venja saman við kvinnuliðnum í hesi vikuni, sigur Jógvan Højgaard.
- Endamálið hjá okkum er framvegis, at vit skulu menna okkara egnu spælarar, soleiðis at tær eru kunnu standa seg í oddinum av føroyskum kvinnuhondbólti. Men júst í royndini at røkka seinasta fetið, er ofta tørvur á einum sterkum einstaklingi, og tað vóna vit, at vit nú hava fingið, sigur Jógvan Højgaard.
Hann sigur víðari, at tey í løtuni ikki vita heilt neyvt, hvussu stórur partur av hópinum frá í ár heldur fram komandi ár.
- Her og nú vita vit ikki, um onkur kanska fer av landinum, ella um aðrar ætlanir enn hondbóltur liggja fremst í huganum. Men vit miða ímóti, at vit longu hálvan mai vita fyri vist, hvørjar spælarar vit hava í hópinum til komandi kappingarár, sigur Jógvan Højgaard.