Sterkir menn
26. og 27. apríl verður árliga kappingin, Atlantic Giant, hildin. Í ár er kappingin býtt upp soleiðis, at fyrri parturin verður hildin í Ítróttahøllini í Runavík, og leygardagin verður so dystast í høllini á Hálsi í Havn.
Sera hørð kapping
Sum vant, so verður talan um nakrar av fremstu íðkarunum í heiminum innan yrki, tá farið verður í gongd. Svend Karlsen, sum í fjør gjørdist heimsins sterkasti maður, og sum eisini áður hevur vunnið kappingina, er aftur hesa ferð við, og uttan iva verður hann av teimum flestu roknaður sum favorittar at vinna.
Hinir niggju luttakararnir hava allir verið í finaluumfarinum til at gerast heimsins sterkasti, so einki er at ivast í, at talan verður um eina sera harða kapping. Listin við luttakarum framgongur aðra staðni í síðuni, men tað kann viðmerkjast, at fyri ein av hesum verður talan um eina heilt serliga kapping. Zydranus Zavickas varð álvarsliga skaddur, tá hann í fjør tók lut í kappingini, men nú er hann komin somikið væl fyri seg, at hann aftur sær seg føran fyri at taka lut í slíkum kappingum, og hvat er tá meira náttúrligt, enn at byrja, har sum alt fyribils endaði hjá honum.
Um seg sjálvan sigur Regin annars, at hann er so toluliga væl fyri. Seinastu tíðina hevur hann fyri tað mest vant við at runnið, soleiðis at hann kann gerast nakað skjótari, og tó at hetta hevur gjørt hann nøkur kilo lættari, so metir hann, at alt í alt er hann kanska vorðin nakað sterkai í nøkrum greinum, so spennandi verður at vita, um han aftur í ár kann røkka tindunum í egnu kapping sínari.
Greinarnar
Um greinarnar er at siga, at tær eins og vanligt eru sær sjálvum so hampuliga líkar. Fyrra kappingardagin skulu luttakararnir royna seg í bonkpress, sum ikki er roynt í Føroyum áður. Hetta verður mett sum ein av mest undirhaldandi kappingargreinunum, tí innan eitt ávíst tíðarbil skulu sterkur menninir lyfta 185 kilo so ofta sum gjørligt.
Síðani verður talan um deadlift, har tað ræður um at lyfta tyngstu byrðuna, áðrenn tvær sera væl úmtóktar kappingargreinar eru á skránni. Hesar kappingin í at lyfta steinar upp á nakrar plattar, og so vanligu ?loading-event? kappingina, og ikki minst er tað í hesum báðum, at Regin Vágadal er sera sterkur, so vónandi fáa føroysku áskoðararnir høvi til at heiðra Regini undir hesum kappingum.
Sunnudagin verður lagt fyri við Deadlift, har tað ræður um at halda einum hálvum tonsi uppi frá so leingi sum gjørligt. Síðani verður farið víðari til Log-lift, sum er mest átøkt vekt-lyfting. Seinastu tríggjar greinarnar eru aftur nakrar, har Regin vanliga stendur seg væl. Fyrst er tað Truck-Pull, síðani Wheel-Flip, og at enda verður talan um sonevndu Mill-Walk, har gingið verður runt ein aksa við eini vekt upp á 350 kilo.
Atlantic Giant 2002 - luttakaralisti
Svend KarlsenNoregHeimsins sterkasti maður 2001
Wout ZilstraHollandFinalistur til HM
Torfi ÓlafsonÍslandFinalistur til HM
Zydrunas ZavickasLetlandFinalistur til HM
Rene MinkzitzDanmarkFinalistur til HM
Regin VágadalFøroyarFinalistur til HM
Odd HaugenHawaiiFinalistur til HM
Juha RassunenFinlandFinalsitur til HM
Heinz OlleschTýsklandFinalistur til HM
Ireneusz KurasPólandFinalistur til HM
Dómarir:
Jamie ReevesEngland
Ilkka KinnunenFinland