Vitjan
Tað er ikki hissini vitja, sum Fótbóltssamband Føroya fær hetta árið. Bæði UEFA-forsetin, Lennart Johansson, og FIFA-forsetin, Jospeh Blatter, eru bodnir hendavegin, og teir hava báðir tikið av innbjóðingini.
Við hesum koma teir báðir mætastu persónarnir innan fótbóltsheimin til lítla land okkara, og hóast tað í fyrstu syftu ikki nýtist at merkja nakrar ítøkiligar betranir fyri føroyskan fótbólt, so er hetta tó við til í enn størri mun at seta Føroyar á altjóða fótbóltskortið.
Gjørdu skjótt av
Fyri mong kann tað tykjast eitt sindur løgið, at tveir so mætir menn hava hug at koma hendavegin, men tað tykist als ikki hava verið nakar trupulleiki í hesum førinum.
Lennart Johansson er vanliga við, tá Norðurlandafundir verða hildnir, og tá hesin verður hildin í Føroyum í ár, hevur hann gjørt av at koma hendavegin. Fundurin hevur eisini áður verið hildin í Føroyum, men ta ferðina barst undan hjá Lennart Johansson.
Við Joseph Blatter er søgan eitt sindur øðrvísi. Hetta er ein vitjan, sum kom í lag heldur óformliga, tá føroysk umboð fyri stuttum vóru á UEFA fundi.
Formaðurin í FSF, Dánjal Andreasen og aðalskrivarin, Ísak Mikladal, vóru í mars mánaði í Rom á UEFA kongress. Á hesi kongressini var eisini Blatter, og tað fall soleiðis, at føroysku umboðini komu í prát við mannin.
Føroysku umboðini gjørdu ikki mætari, enn at spyrja, um hann ongan tíð hevði hugsað um at vitjað í Føroyum, og tað hevði maðurin.
- Hann segði, at hetta var nakað, sum hann fleiri ferðir hevði ætlað, men at tað enn ikki var blivið til nakað. Hann helt sjálvur, at hetta helst mátti vera í samband við ein landsdyst, og so var bara at gera skjótt av, sigur Ísak Mikladal.
Heimafturkomnir settu so teir báðir FSF menninir seg niður at skriva eina innbjóðing, har teir spurdu FIFA-forsetan, um hann vildi koma á vitjan, tá Føroyar tann 20. august spæla landsdyst móti Íslandi.
Vitjanin hjá Lennart Johanssson er annars í døgunum 1. til 3. august.










