Ummæli: Spælið hjá Gunnvá Zachariassen í leikinum 4.48 Psykosa er so sannførandi, at tað kennist næstan perverst at sita og gløa at djúpt persónliga sorgarleikinum Aftur og fram eftir gólvinum klórar, mutlar, eymkar og skríggjar tunglynta unga kvinnan seg fram á síni desperatu ferð móti sjálvmorðinum beint frammanfyri eygunum á tær.
Ein lagna, sum Gunnvá Zachariassen gevur kropp og sál á ein hátt, sum illa kann gerast meir sannførandi.
Sjálvt, tá hennara sjúka sinni hevur fløkt seg so langt út, at orðini ikki geva meining longur, sitrar rúmið av hennara pínu.Tú sært tað á løgnu darrandi rørslunum, tú hoyrir tað á tivandi røddini og snorutu nýsunum, og tú følir tað, tá hon borar síni bønandi eygu inn í teg.
Nakna spælið hjá Gunnvá Zachariassen fær áskoðaran at kenna seg sum ein perversan lúrara, sum situr og gløir at eini djúpt persónligari neyð. Alt meðan tú næstu løtu ert hjálparleysi eyðgleiðarin, sum ikki fær gjørt annað enn tigandi hugt at, meðan einsamalla neyðardýrið spakuliga fer í upploysn.
Eisini í aðrar mátar vísir 4.48 Psykosa hvat tað er, sum sjónleikur kann. Myrkrið sum sýgur seg saman um gapandi tóma gólvið saman við melankolska tónleikinum letur frá byrjan lúkuna til sálarliga dýpið upp uttan eitt orð.
Og tá orðini í frálíku týðingini hjá Gunnari Hoydal koma, fáa eisini tey sítt egna lív. Fyrst skilagóð og avgjørd, síðani poetisk ella óunniliga teskandi úr einum hátalara, til tey enda sum grælandi óljóð, ella rútmiskt messandi, eins og vóru tey sissandi heilivágur.
Men onki er sum kann sissa í 4.48 Psykosa - og eftir er bara deyðin í einum tí sterkasta leikinum, vit leingi hava sæð á palli í Føroyum










