Føroya Banki eigur framvegis triðing av alifyritøkuni, men sølan betrar um ársúrslitið við 100 milliónum skrivar bankin á heimasíðu sínari Alisamtakið Vestlax, sum Føroya Banki yvirtók í 2003, er nú selt. Føroya Banki hevur gjørt avtalu við eitt felag undir stovnan, P/f Vestlax Holding, um, at felagið keypir P/f Vestlax fyri 113,5 mió. kr. Føroya Banki fær av søluni ein vinning á 100 mió. kr., og bankin hækkar tí væntaða úrslitið fyri 2008 úr 165-185 mió. kr. upp í 265-285 mió. kr. fyri virðisjavnan og skatt.
Fleiri av størstu vinnufyritøkunum í Føroyum eiga P/f Vestlax Holding:
P/f Havsbrún 20,96%
P/f T. F. Holding 12,57%
P/f Føroya Lívstrygging 12,57%
Framtak 12,57%
P/f Bakkafrost Holding 4,86%
P/f Norðoya Íløgufelag 1,68%
P/f Føroya Banki 34,79%
Føroya Banki er í fyrsta umfari við sum eigari í P/f Vestlax Holding og ætlar sum skjótast at selja sín ognarlut í felagnum, verður sagt á heimasíðu
Vestlax hevur eina árliga framleiðsluorku á umleið 13-15.000 tons.
Ársúrslitið hjá samtakinum var í fjør 15,3 mió. kr. Eginpeningurin var 38,8 mió. kr. og fíggjarjavnin 252,8 mió. kr.
Í alisamtakinum eru í dag P/f Vestlax, P/f Alilaks, P/f Vestsalmon, P/f Sveipur og P/f 15. juni 2004 (Gulin). P/f Vestlax er eisini minnilutapartaeigari í P/f Fossáaling.
- Vit fegnast um, at Vestlax nú hevur so góðan rakstur, at vit sum ætlað kunnu selja felagið við einum góðum vinningi, og Føroya Banki hækkar tí væntanina til ársúrslitið í 2008, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka í tíðindaskrivinum.