Vagnur Mohr Mortensen er framvegis ikki tøkur hjá HB, og Rasmus Nolsøe er farin av landinum í útbúgvingarørindum. Tað merkir, at miðverjan hjá HB er alt annað enn sterk, nú Keita við 11 málum og landsliðsleikarin Jóan Símun Edmundsson eru teir, sum skulu ansast.
HB er helst einasta liðið, sum hevur ráð at missa stig í løtuni. Teir hava sjey stig niður til Víking, men vilja sjálvsagt halda fast við hetta forspring. Tí arbeiðir HB í løtuni við at fáa Rasmus Nolsøe heim úr Danmark.
Eisini veik verja á Toftum
Eisini toftamenn mangla í verjupartinum. Jóhan Dávur Højgaard er leikbannaður. Maðurin, sum hevur spælt á hansara plássi onkuntíð fyrr, Niklas Joensen, hevur ein vøddaskaða, so honum rokna tey ikki við á Toftum.
Eisini tykist tað vera ógvuliga ivasamt, hvussu verður við veteraninum Øssur Hansen. Hann hevur ikki vant í vikuni, men í gjárkvøldið joggaði hann eina løtu á vøllinum.
Við øðrum orðum verður talan um tvær verjur, sum eru viknaðar, nú oddabrak verður í Gundadali sunnudagin.
B68 skal aftur á beint, eftir at teir taptu fyri fyrstu ferð í 13 dystir, meðan HB skal halda sína góðu gongd, har teir hava verið ósigraðir í 15 dystir á rað.