Sterkt lið við góðum einstaklingum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) André Olsen, ítróttarskrivari setur orð á hví tað gjørdist B36, ið vann FM aftur í ár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr greiningina Rás2 gjørdi saman við ítróttarskrivaranum í Miðlahúsinum, André Olsen hví tað gjørdist B36, sum vann FM í ár. 

 

André heldur talan verða um eitt sterkt og stabilt lið, sum hevur nakrar framúrskarandi einstaklingar, sum gera stóran mun, tá ástendur. Serliga dregur André fram Lukasz Cieslewicz, sum hevur verið útslagsgevandi í FM-árunum 2011, 2014, og í 2015, tá hann ikki hevur havt skaðar at dragast við. Tá evnaríki póllendingurin hevði skaðar at dragast við í serliga 2012, og í 2013 gekk minni væl hjá B36.