Sterkt konsept

Umframt at hava sterkar íleggjarar, so byggir konseptið hjá NAFA eisini á ein aktivan leiklut hjá sponsorum. Høvuðsstuðlarnir hjá felagnum eru í dag Atlantic Airways og Vodafone, og Jákup sigur, at tað hevur sína orsøk, at júst hesir eru valdir. – Partvíst, so hava hesi feløg verið ein aktivur partur av verkætlanini frá byrjan. Men ferðing og samskifti fyllir nógv í virkseminum, og tí síggja vit tað sum eitt sterkt konsept, tá vit hava aktivar viðspælarar sum sponsorar.