Flogbóltssamband Føroya hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð teknað U19 liðið hjá kvinnum til EM-kapping.
Kappingin er í Edinburgh í Skotlandi, og Føroyar løgdu í dag fyri við dysti ímóti Luksemborg.
Bygdu seg upp
Føroyska liðið hevði eina góða byrjan og legði seg framum í 1.setti. Hetta hóast nógvir av royndastu
leikarunum ikki vóru við frá byrjan. So hvørt sum setti leið vann Luksemborg seg væl framum og vann eisini
settið 25-8.
Longu frá byrjanin í 2. setti sást, at avgerðin hjá venjaranum Romica Øster at broyta uppstillingar í dystinum
hepnaðust væl, tí broytti spælistílurin hjá føroyska liðnum tóktist órógva Luksemburg almikið.
Trý tey næstu settini høvdu Føroyar rættiliga takið á Luksemborg. Í øllum trimum settunum vóru Føroyar
frammanfyri 21-17, og í øðrum og triðja setti helt hetta akkurát til sigurin á 25-23.
Manglaðu royndirna
Tað lá alvorliga til sigur hjá føroyska liðnum, tí í fjórða setti var støðan 21-17. Luksemborg vann í grundini
bara stig, tá ið tær servaðu, men tað gjørdu tær so afturfyri sera væl
Frá støðuni 17-21 vunnu tær settið 25-22, og sostatt níggju teir seinastu bóltarnar 8-1. Her er tað, at
manglandi royndirnar hjá Føroyum Í EM og tilsvarandi drúgvu royndirnar hjá Luksemborg komu til sjóndar.
Væl nøgd hóast tap
Eftirsum hetta er allar fyrsti EM-dystur hjá føroyskum U19 liði hjá kvinnum, og hann var ímóti einum sterkum
og royndum liðið úr Luksemborg, so ber ikki til at vera annað enn nøgdur við so tepurt tap, skrivar flogbóltssambandið.
Eitt tap, sum við einum lítlum sindri afturat kundi havt givið sigurin. Føroyar fingu stig í allar fyrstu EM-
royndini, og tað kundi verið nógv verri. Alt í alt eitt sera gott avrik hjá føroysku U19 gentunum, verður sagt úr
flogbóltssambandinum.
Í morgin, leygardagin, eru tveir dystir á skránni. Klokkan 10.00 spæla Føroyar ímóti Skotlandi, og klokkan
16.00 er dystur ímóti Norðurírlandi. Dystirnir verða stroymaðir beinleiðis umvegis leinkju á heimasíðuni hjá
flogbóltssambandinum.
Luksemborg – Føroyar 3-2
(25-8, 23-25, 23-25, 25-22, 15-9)