Hóast tað nakrar ferðir fyrstu løtuna stóð nógv á hjá B36, so helt liðskiparin, Pól Thorsteinsson, ikki, at tað var hepni, sum tryggjaði teimum sigurin.
- Eg haldi, at vit hava tamarhald á teimum. Teir hava nøkur vandamikil kontra, men tá vit fyrst skora, so hava vit teir har, sum vit vilja hava teir.
Tað ljóðar, sum er sjálvsálitið á leikarunum í lagi, og tað staðfestir Pól eisini, tá spurt verður um hugburðin hjá leikarunum til uppgávurnar.
- Tað er kanska serliga, tí vit hava staðið okkum so væl í verjupartinum, at vit hava trúgv upp á egin evni. Partvíst, so eru vit væl mannaðir í verjuni, og partvíst hava vit eisini Jákup, sum higartil hevur tikið at kalla alt tað, sum hini hava skotið eftir honum. Akkurát hann er kanska størsti styrkurin, sum vit hava fingið yvirhøvur, heldur Pól.
Komandi vikuna skal B36 fyrst vitja á Skála, áðrenn teir taka ímóti HB, og Pól ivast heldur ikki í, at hetta verða tvær veruligar styrkisroyndir hjá liðnum.
- Enn er sjálvandi nógv eftir, men hesir báðir dystirnir fara nokk at geva eina ábdning um, hvat lið fer at liggja heilt frammi komandi vikurnar.
Men tann fyrsta av hesum mugu tit so klára tykkum uttan Mikkjal Thomassen?
- Tað er sjálvandi ein missur, tí Mikkjal hevur spælt væl. Men vit hava so eisini aðrar spælarar. Klæmint spælir í miðjuni í dag, og Ingi er so eisini har, so eg haldi avgjørt, at vit hava ein sterkan hóp, har vit kunnu tola onkra fráveru, sigur Pól Thorsteinsson at enda.