Sterkir suðuroyingar sleppa at royna seg

Á sølustevnuni á Tvøroyri verður kapping fyri bæði børn og vaksin

Nú sleppa allir sterkir suðuroyingar at standa sína roynd.

Á sølustevnuni, sum er á Tvøroyri í hesum døgum, fer ein av framsýnarunum, Super Dekk Service, at skipa fyri kappingum bæði fyri børn og vaksin í at lyfta dekk.

Dekkið, sum tey vaksnu skulu royna seg við eru sama dekkið, sum er brúkt í kappingunum um at verða Føroya sterkasti maður og Atlantic Giant, tá ið Regin Vágadal og hinir sterku menninir royna seg.

Dekkið, sum skal reisast er av eini gravimaskinu og tað vigar 300 kilo.

Tað liggur á gólvinum og royndin verður at reisa tað upp so at tað stendur.

So fáa vit at vita, um suðuroyingarnir eru sterkari enn eysturoyingar.

Fríðrikur Bláhamar á Super Dekk Service, sigur, at tá ið sama kappingin var á sølustevnu á Skála, vóru tað einir 15 mans, sum vóru mentir at reisa dekkið upp.

Hann sigur, at teir, sum orka at reisa dekkið, eru við í lutakasti, har tveir vinnarar skulu vinnast.

Hvør vinnari fær fýra Goodyear summardekk til persónbil, so møguleikin fyri at vinna er rættiliga stórur.

Men allir teir sum ikki inna verða kortini ikki tómhentur, tí teir fáa 25% í avslátri, um teir keypa dekk frá Super-Dekk.

Kappingin um at reisa dekkið verður leygardagin umleið klokkan 18.30, tvs, aftaná framførsluna hjá Ragnari í Vík, sum fer á pallin klokkan 17.30. Tað verður sagt frá, akkurát, hvar í høllini, kappingin verður.Kappingin hjá børnunum verður at reisa eitt dekk til lastbil.

Tey børnini, sum klára at reisa dekkið, eru við í lutakasti, har tríggir vinnarar skulu finnast. Hvør vinnari fær ein Goodyear-treylara at spæla við.

Kappingin hjá børnum verður leygardagin klokkan 16 á básinum hjá Super Dekk.

Men Fríðrikur Bláhamar ger staðiliga vart við, at at tey, sum verða við í kappingini, ger tað undir egnari ábyrgd, so at fær nakar hald í ryggin, slysni, ella okkurt heilt annað av at lyfta, kann Super Dekk Service ikki átaka sær skyldina fyri tað.