Sterkir menn og sterkir bilar

Hósdagin í farnu viku seldi bilasølan Norðbil við Oyggjarvegin tveir bilar til tveir av Føroya sterkast monnum. Talan var um Regin Vágadal úr Havn og Gunnar Hansen úr Hósvík

Sterkir menn mugu hava sterkar bilar, søgdu brøðurnir Birgir og Frits Dam Jacobsen, tá teir handaðu Føroya sterkasta manni, Regin Vágadal, og Gunnar Hansen, sum hevur verið bæði nummar tvey og trý á styrkilistanum. Gunnar keypti ein Hyundai Accent við tí nýggjasta sera orkusparandi turbodiesel motorinum við commonrail innspræning. Regin keypti keypti sær ein Honda HRV, ið er ein smartur høgur stationvognur.