Sterkir menn kappast í morgin

Tað er í morgin, fríggjadagin, at sterkastu menn í seks londum møtast til kapping í høllini á Hálsi.

Tað er í morgin, fríggjadagin, at sterkastu menn í seks londum møtast til kapping í høllini á Hálsi.

 

Tað eru sterkastu menn í Íslandi, Danmark, Noreg, Svøríki, Onglandi og Føroyum, sum í morgin hittast til kapping í fimm disiplinum.

 

Tað er serliga íslendingurin, sum er áhugaverdur, tí hann var bara millimetrar frá at gerast heimsins sterkasti við seinastu HM kapping.

 

Føroyska umboðið, Bogi Hammer, heldur, at hjá sær ræður tað um, ikki at enda aftastur, tí tað eru ógvuliga sterkir menn, hann er uppi ímóti.

 

Kappingin verður í Ítróttahøllini á Hálsi, og byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 2. mai. Bogi Hammer hevur sagt, at hann væntar nógv fólk til kappingina.