Sterkir menn eru meira borgarligir og høgravendir enn aðrir menn.
Tað vísir nýggj gransking, sum er gjørd á Aarhus Universiteti. 6349 menn úr Danmark, Litavia, USA, Venezuela, Ukraina og Pólandi vóru við í kanningini.
– Úrslitið í granskingini vísir, at tess sterkari menn eru, tess meira konservativir ella høgravendir eru teir í spurninginum um umfordeiling í samfelagnum, sigur Lasse Laustsen, lektari á Aarhus Universiteti, við TV2.
Sambært honum er tað óvæntað, at fysiologi og biologi hava ávirkan á politisk sjónarmið.
Michael Bang Petersen, sum er professari á Aahus Universiteti, heldur, at úrslitið í kanningini hevur slóðir aftur í steinøldina, tá ið sterkir menn ofta høvdu betur møguleika at skaffa mat og ikki vóru so hugaðir at deila við onnur.
– Kropslig styrki er ein av fleiri tættum, sum fáa okkum at taka politiska støðu. Verulig politisk sjónarmið hava eisini ávirkan, sigur Michael Bang Petersen við TV2.









