Sterkir Eysturríkarar

69 ára gamla kekkiska venjaralegendan, Karel Brückner fekk eina dreymabyrjan, sum eysturríkskur landsliðsvenjari. Leygardagin tók Eysturríki ímóti Fraklandi á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien, og talan gjørdist um eina minniliga løtu fyri teir 48.000 áskoðarnar á tí útselda leikvøllinum. Longu tá 8 minuttir vóru farnir hevði Marc Janko lagt Eysturríki á odda 1-0. Tríggjar minuttir áðrenn hálvleikssteðgin økti René Aufhauser til 2-0. Tá stórt korter varð spælt av 2. hálvleiki minkaði Sidney Govou um munin til 2-1, men 10 minuttir seinni tryggjaði Andreas Ivanschitz Eysturríki sigurin, tá hann setti eitt brotsspark í netið til endaligu støðuna 3-1.