Sterki Ursus var abbabeiggi mín

Íslendski Helgi Hjørvar fekk í dag at síggja tiltikna jarnið, sum sterki maðurin Ursus boygdi á Føroyaferðini í 1954.

Íslendski Helgi Hjørvar fekk í dag at síggja tiltikna jarnið, sum sterki maðurin Ursus boygdi á Føroyaferðini í 1954.

 


Íslendski Ursus var tiltikin fyri sína styrki. Hann ferðaðist eisini í fleiri londum og vísti sína styrki, m.a. hevði hann framførslur í sirkusi í Danmark.



Í 1954 vitjaði Ursus í Føroyum og ferðaðist kring oyggjarnar og vísti styrki sína. Hetta minnast nógvir føroyingar og enn verða brøgd hansara á hesi ferðini havd á lofti manna millum.



Í hesum døgum vitjar altingslimurin Helgi Hjørvar í Føroyum. Ursus var abbabeiggi hansara. Í dag vitjaði Helgi Hjørvar inni á Tangavirkinum í Vági, har eitt tiltikið jarn er. Tá Ursus í 1954 vitjaði í Suðuroynni var eitt av brøgdum hansara, at hann legði eina jarnstong um nakkan og boydi síðani jarnið. Eftir hetta boygdi hann tvær snøggar krúllur á jarnið. Jarnið er síðani goymt á Tangavirkinum í Vági. Sterka jarnpettið hongur gerandis á vegginum inni á Tangavirkinum, men verður tikið niður við serstøk høvi.



Og í dag varð jarnið tikið niður, so Helgi Hjørvar slapp at síggja og royna jarnið, ið abbabeiggin á sinni boygdi og krúllaði so snøgt.



Mortan Mortensen frá Tangavirkinum tók ímóti gestinum, og Helgi helt tað vera stóra og áhugaverda uppliving at síggja hetta og at sleppa at halda í hesum søguliga jarnpettinum.



Helgi greiddi frá, at Ursus hevði borgarliga navnið Gunnar Solomonsson. Og tá tíðindafólk javnan spurdu Ursus, hvørt hann hevði hitt nakran mann, ið var líka sterkur, ella sterkari, enn hann, so svaraði Ursus altíð; ”Ja, í Sumba”.



-Neyvan visti nakar hvar hettar var. Tey hildu hetta óivað vera onkrastaðni í Afrika, sigur Helgi Hjørvar, sum í dag eisini legði leiðina til Sumbiar.



Helgi Hjørvar er altingslimur, og hevur luttikið á landsfundi Javnaðarfloksins um vikuskiftið. Henrik Old, løgtingsmaður úr Vági, beyð Helga Hjørvar við sær til Suðuroyar, so hann kundi sleppa at siggja tiltikna jarnpettið, sum abbabeigggin boygdi í 1954.



Helgi Hjørvar er sonur Helgu Hjørvar, ið var stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.

 

 

 


Mynd: Helgi Hjørvar heldur á jarnpettinum, sum abbabeiggin, hin sterki Ursus, boygdi á Føroyaferð síni í 1954. Innsett mynd er av Gunnar Solomonsson, betri kendur sum Ursus. (Mynd: Dagfinn Olsen)