Sterki maðurin takkar fyri seg

Eftir 18 ár sum frontfigurur í B36 takkaði Kristian á Neystabø fyri seg mánakvøldið. Sjálvur heldur hann, at felagið hevur flutt seg nógv og stór fet hesi 18 árini

formansskifti

Eftir knappliga 18 ár í sessinum takkaði Kristian á Neystabø fyri seg sum formaður í B36, tá felagið hevði ársaðalfund mánakvøldið.
Sterki maðurin í B36 hevur ofta verið tikið til, tá tosið er fallið inn á Kristian, og tað er helst eingin loyna, at maðurin hevur staðið aftan fyri tí mesta av tí, sum hevur verið gjørt hesi 18 árini. 18 ár, sum hava flutt B36 frá eini tilveru sum elevatorlið til eitt lið, sum støðugt er við til at mynda oddin í føroysum fótbólti.

Felagið eksploderaði
Sjálvur dylir Kristian heldur ikki fyri, at tað eru hendar stórar broytingar, síðani hann í 1987 gjørdist formaður í starvsnevndini.
- Eg minnist væl, at fyrsta veruliga íløgan, sum vit gjørdu, var at nýta 50.000 krónur at betra um Fram-húsið, sum vit høvdu gjørt leiguavtalu um. Tað viðførdi, at vit høvdu tvey skiftirúm við gamla B36-húsið og tvey í Fram-húsinum. Hartil kundu vit gera nýtslu av endanum í gamla húsinum, sum annars var útleigað til Býráðið, umframt at vit kundu nýta køkin í Miðstovninum til fundarvirksemi. Tá hildu vit í øllum førum, at vit høvdu skapt okkum góðar hølisumstøður, tekur hann smílandi til.
Hølisumstøðurnar eru síðani broyttar nakað nógv. Longu í 1991 stóð nýtt felagshús ? sum sera sigandi málti 19X36 metrar, og tá varð so roknað við, at hølistørvurin var nøktaður langt inn í framtíðina. Nakað, sum tó ikki vísti seg at skula halda.
- Vit fingu ein positivan trupulleika, tí felagið snøgt sagt eksploderaði hesi árini. Talið av liðum, sum vóru tilmeldað, trífaldaðist eftir fáum árum, og tað hevur so sjálvandi sett heilt onnur krøv til felagið. Krøv, sum vit støðugt hava roynt at eftirlíka, staðfestir hann.

Ítróttur og fíggjarstøða
Ítróttarliga hava stórar rembingar eisni verið hesi árini.
Frá eini tilveru sum sokallað elevatorlið, hevur B36 støðugt otað seg upp móti oddinum, og tó at talan »bara« hevur verið um tvey meistaraheiti hesa tíðina, so er einki at ivast í, at felagið í dag telist millum tey stóru í føroyskum fótbólti.
- Tá eg tók við, var felagið júst flutt niður í aðru deild fyri aðru ferð innan trý ár. Vit settu okkum sum mál, at vit í fyrsta lagi skuldu endurvinna sessin í bestu deildini, og at vit síðani skuldu bíta okkum fastar í ovaru hálvu.
- Ungdómssíðan í felagnum var í lagi, men til besta liðið ásannaðu vit, at neyðugt var við styrki. Vit fingu eisini fleiri góðar leikarar at spæla fyri okkum, og síðani hevur tað verið gerandiskostur, at okkara lið hevur talt profilar, sum kanska ikki eru uppaldir í felagnum, men sum vit tó hava verið sera fegnir um.
Og Kristian staðfestir, at grundarlagið undir hesum er ein góð fíggjarstøða.
- Saman við ítróttarliga málinum settu vit okkum fyri, at raksturin av felagnum altíð skuldi geva yvirskot. Tað hevur í dag viðført, at vit at kalla altíð hava styrkina til at handla, um tað skuldi verið neyðugt. Ikki minst, tí ítróttarligu málini eisini eru broytt ávegis. Í dag hava vit á hvørjum ári sum mál, at vit skulu í Europa. Við øðrum orðum vil tað siga, at vit altíð medda eftir toppinum, men tað er so ikki altíð, at tað eydnast, sigur hann, og hevur samstundis hug at kveita yvir móti HB-húsinum, har meistarasteypið nú er á triða ári.
- Tað svíður sjálvandi eitt sindur eyka, at tað júst er HB, sum hevur vunnið seinnu árini, men samstundis, so haldi eg, at hendan kappingin er sunn. Hvørki HB ella B36 høvdu verið eins áhugaverd og sterk feløg, var tað ikki fyri rivaliseringina okkara millum, staðfestir hann.

Sterki maðurin
Tað hevur ofta verið havt á munni, at Kristian á Neystabø er maktkjarnin í B36. At einki í felagnum fer fram, uttan at formaðurin hevur havt ein fingur við í spælinum. Nakað sum ofta hevur havt kritikk við sær, og nú fráfarni formaðurin ásannar eisini, at nakað av sannleika hevur verið í hesum.
- Trupulleikin hevur meira verið tann, at eg havi verið her so leingi. Vit hava nú gjøgnumført nakrar bygnaðarbroytingar, sum merkja, at ein komandi formaður ikki verður eins nógv blandaður inn í alt, men eg veit ikki, um tað hevði borið til við mær.
- Eg havi sitið so leingi, at eg at kalla kenni hvønn smálut í felagnum. Tað ger so eisini, at fólk ofta ringja til formannin í ørindum, sum als ikki koma mær við, og í nógvar mátar havi eg eisini kunna tikið avgerðir nógv skjótari enn onnur í felagnum. Nakað sum kanska ikki altíð hevur verið eins væl dámt, men soleiðis hevur tað nú verið.

Sleppur neyvan heilt
Hóast hann nú fer frá sum formaður, so liggur tað kortini í luftini, at Kristian á Neystabø eisini framyvir kemur at hava nakað at siga í B36.
Bygnaðarbroytingarnar í felagnum hava millum annað við sær, at ein bólkur, sum ikki er beinleiðis knýttur at nevndini ,fer at arbeiða við 1. liðshópinum burturav. Og tað tykist upplagt, at Kristian verður limur í hesum bólki.
- Tað er so eingin avgerð tikin um enn. Men eg geri meg nokk ikki heilt ómøguligan, um tað verður heitt á meg um at taka eina hond við. Einasta, sum eg havi sagt nevndini, er, at eg vil sleppa undan at verða partur av dagliga rakstrinum í felagnum. tað havi eg snøgt sagt ikki tíð til. Hinvegin eru framvegis nakrir snøklar at greiða frá mínari síðu, so tað verður ikki soleiðis, at eg fari at klamsa við hurðini. Tvørturmóti vóni eg, at eisini framyvir kann geva mítt íkast, so B36 eisini í framtíðini kann vera eitt gott felag.
--------
Fakta
Kristian á Neysatabø,
ættaður úr Haldórsvík
føddur 27. okober 1951
Útbúgvin cand.mag í søgu og samfelagsfrøði
Starvsroyndir:
Studentaskúlalærari
Formaður í Havbúnaðarfelagnum
Stovnari og stjóri í Síla- & Laksaaling
Eigur og rekur P/F Neystabø Invest
Formaður í B36 1987-1998 & 1999-2005