Sterki maðurin á B5

Sterki litavin, Zydrunas Savickas, kom illa fyri, tá hann luttók í Atlantic Giant á ólavsøku. Knøini vórðu illa skadd, og sjálvur sigur hann seg vænta, at tað fer at taka í minsta lagi eitt ár at koma fyri seg aftur.

 

Tá hurðin á lyftuni fer upp á B5 á landssjúkrahúsinum, og vit koma út, er tað ein risa móttøka vit fáa. Beint frammanfyri lyftuna stendur Zydrunas Savickas úr Litava. Hesin stóri maður er ein metur og hálvfems sentimetrar til longdar og vektin liggur um 153 kg. Hann hevur luttikið í kappingum á hesum støðinum í tvey ár nú, men hevur vant í nógv fleiri ár. Tað er ikki júst feitt, sum ger, at hesin prúði maður vigar somikið nógv.

 

Greitt er, at hesin maðurin er sterkur, og tað er eisini hetta navn, sum verður nýtt um Zydrunas Savickas á deildini - tann sterki maðurin eitur hann á deildini. Tað er heldur ikki lítið sum eyguni spílast út á gestum, starvsfólki og patientum, tá hesin risin spakuliga fer eftir gongini. Orsøkin til, at hann má ganga seint eftir gólvinum skyldast skaðan, sum hann fekk í kappingini, Atlantic Giant, á ólavsøku. Soleiðis at ólavsøkan gjørdist eitt heldur keðiligt upplivilsi fyri tann núverandi, og helst eisini nakrantíð, sterkasta mannin á B5.

 

 

 

Helst gliðin

 

Hóast hann er vorðin lagdur undir skurð fyri fáum døgum síðani, so er sterki maðurin úr Litava fryntligur, tá biðið verður um eitt prát. Tað merkist tó á honum, at hann er eitt sindur mótleysur og kanska eisini eitt sindur vónsvikin, men hetta er so sanniliga til at skilja.

 

Sjálvur sigur Zydrunas Savickas, at skaðin hendi, tá hann luttók í Millwalk, sum er ein grein í Atlantic Giant kappingini, hann veit ikki reiðiliga at siga okkum, hvussu skaðin hendi, men hann metir tað vera sannlíkt, at hann er gliðin, og hetta hevur eftir øllum at døma ávirka knøini somikið, at hann fall til jarðar.

 

Kanningar á Landssjúkrahúsinum skuldu seinni vísa, at tað var spongin, sum gongur úr knænum oman í beini, sum er slitnað báðu megin við. Hetta er ein sera sjálvsamur skaði, og skyldast hesin skaðin mestir ovurløðu. Johannis Mortensen, yvirlækni, sigur, at hetta er einastu ferð, at hann hevur upplivað ein tílíkan skaða í Føroyum, men hann hevur sæð hetta uttanlands. Johannis sigur víðari, at hann ikki kann siga, hvussu leingi tað fer at taka hjá Zydrunas Savickas at koma fyri seg, men teir hava sett eitt ár sum minsta mark, men hetta eigur at verða tikið við fyrivarni. Viðgerðin av Zydrunas Savickas fer í framtíðini at ganga fyri seg í heimlandinum. Sum nú er, kann litavin ikki boyggja beinini nakað serligt, hann gongur eisini við høkjum. So við og við er ætlanin, at hann skal kunna fóta sær meira. Tað skal eisini viðmerkjast, at Zydrunas Savickas hevur sett sær sum eitt mál, at hann skal vera við aftur til Atlantic Giant kappingina næsta ár.

 

 

 

Lá á odda

 

Áðrenn hann var fyri óhappinum, stóð rættiliga væl til hjá Savickas. Hann vann fyrstu tvær kappingargreinarnar, men tað gekk ikki so væl í triðju greinini, men hann lá framvegis á einum øðrum plássi, tá skaðin hendi í Millwalk, sum var fjórða greinin kappast var í.

 

Ì Millwalk verður gingið í ring við einari tungari byrðu. Zydrunas Savickas sigur, at hann hevur sæð onkran líknandi tilburð sum hendan áður, men hetta er tó sjálvsamt.

 

Hetta er fyrsti stóri skaðin, sum stóri og sterki litavin hevur havt síðani hann byrjaði at kappast. Hann sigur, at hann ikki metti hetta sum eina vandamikla ítrótt, men nú hevur hann fingið okkurt at hugsað um.

 

 

 

Fer heimaftur

 

Eftir ætlan skal Zydrunas Savickas útskrivast ein av næstu døgunum. Hetta merkir, umframt tað, at onkur annar má átaka sær heitið sum sterkasti maður á B5, at tann uppvenjing, sum skal til, fer at ganga fyri seg í heimlandinum hjá honum, Litava.

 

Zydrunas Savickas gleðir seg at koma heimaftur, men tað var ikki ætlanin at koma aftur so skaddur. Savickas fæst fyri tað nógva við at venja. Hann hevur tó eisini eitt starv á einari heilsumiðstøð, men nógv mest tíð fer til at venja. Hann venur einar 5-6 ferðir um vikuna og vant verður upp til einar 4-5 tímar um dagin. Savickas hevur fingið góð úrslit í kappingum undan hesari, og hansara higartil besta úrslit var, tá hann gjørdist nummar tvey í EM.

 

Zydrunas Savickas vil fegin rósa Atlantic Giant kappingini, og hospitalverkið í Føroyum fær eisini nøkur rósandi orð við á vegnum.

 

Vit her á Sosialinum ynskja Zydrunas Savickas góðan betring, og vit vóna at síggja hann aftur í Føroyum. Somuleiðis mugu vit staðfesta, at B5 stendur nakað veikari, nú hesin framúr fryntligi risin er farin.