Vektlyfting
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hølini hjá Yndi í Havn vóru karmur um tiltakið, ið er tað fyrsta, síðani sterkir menn kappaðust í lyfting í framsýingarhøllini hjá Reyni Service á vári í 2000.
Ta ferðina gjørdist Herman M. Hermansen føroyskur meistari, og hetta heitið endurvann hann leygardagin í kapping við fimm avbjóðarar.
Samanlagt var Herman tó ikki tann, ið lyftu tyngstu vektirnar. Kappingin er nevnliga skipað soleiðis, at einstøku avrikini verða sett í lutfalli til kropsvektina hjá íðkarunum, og so verður ein serligur lykil nýttur at umrokna lyftini til stig.
Talan varð tó um sera harða kapping millum Herman og Høgna av Reyni, men í seinasta enda hevði Hermann smá trý stig meira.
Hjá kvinnunum vóru tvær luttakandi, og her vann Jónina Tegeder á Unu O. Staksá. Samanlagt lyfti Una her hálvttriðja kilo meira enn Jónina, men við eini væl lægri kropsvekt gjørdist Jónina tó ein tryggur vinnari.
Sum skilst, so er ikki ætlanin, at tað aftur skulu ganga fleiri ár, áðrenn nýggj FM-kapping verður hildin. Jákup Jacobsen, venjari, ið var fyriskipari av kappingini, segði eftir hesa, at tey ætla sær at hava kapping á hvørjum ári. Og at hetta vónandi kann stimbra undir áhugan hjá nýggjum íðkarum.