- Sterkasta G! skráin í nógv ár

- Vit hava eina góða skrá, men vit hava kanska ikki duga nóg væl at greitt frá henni. Tað stóra navnið frá í fjør manglar kanska, men eg meti, at hetta er sterkasta G! skráin í nógv ár.


Tað sigur Sigvør Laksá, stjóri í G!, sum aftursvar til teirra, ið meta at festivalurin manglar eitt kent høvðusnavn, nú festivalurin fer úr bakkastokki í kvøld.


Tað hevur vakt ans, at G! Festivalurin ikki hevur nakað stórt navn í ár, ið kann selja fleiri atgongumerkir. Sigvør Laksá leggur tó dent á, at endamálið hjá festivalinum ikki er at selja so nógv atgongumerkir sum gjørligt.


- Vit hava havt 8.000 gestir á festivalinum, og tað er ov nógv. Tað er heldur ikki ein og hvønn bólk, ið vit ynskja at bjóða til G!, bara tí tey eru eitt stórt navn og kunnu selja atgongumerkir, sigur Sigvør Laksá og leggur afturat.


- Sjálv meti eg, at festivalurin er best við eini 5.000 gestum. Tá er tað ikki ov trongt sum á Voxbotn, men akkurát nokk til, at tað er deiligt og hugnaligt at ganga runt í bygdini og njóta tónleikin saman við nógvum øðrum fólkum.


Sjálv er hon tó spent upp á at hoyra Hudson Taylor við Gabrielle Aplin.


- Eg visti ikki av, at Gabrielle Aplin fór at framføra við Hudson Taylor. Eg kendi hennara tónleik áðrenn, og má bara siga, at sjálvt um tað er keðiligt, at Harry Hudson-Taylor ikki kann koma tí hann breyt beinið, so er skráin vorðin uppaftur betri, nú Gabriella Aplin er við.