Nú er sterkasta akvavitt í verðini føroyskt.
Tað er greitt, nú Dism letur nú úr hondum eitt nýtt slag av akvavitt, ið kallast Havið. Havið er heili 50%, har onnur sløg eru vanliga 40% til 45%
Tað sigst, at Havið hevur eyðkendan smakk og mjúka fyllu, við klárum og góðum eftirsmakki, sigur Erling Eidesgaard í Dism.
Havið varð herfyri roynt í blindsmakking av einum paneli av fólkum, ið hava alsk til sterkt og siðbundið akvavitt. Skoðsmálið var sera gott og panelið gav Havinum 9 av 10 stjørnum.
Havið er gjørt úr føroyskum vatni, men av tí at tað ikki er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum, verður vatnið flutt úr Føroyum yvir um hav til Íslands, har tað verður bryggjað.