Sterkari enn nakrantíð

Alexandur Kristiansen gevur sítt fyrsta yrkingasavn út í 10 ár.

 

Tað eru tíggju ár síðani, at Alexandur Kristiansen læt sítt seinasta yrkingasavn út. Nú er hann aftur á pallinum sterkari enn nakrantíð. Tittulyrkingin er ein hugvekjandi og tølandi tekstur, sum sigur frá, at í skýmingini slíta oyggjarnar seg leysar úr botni, sigur Mentunargrunnur Studentafelagsins.

 

Savnið er sett saman av natúrlýsingum, hugleiðingum um málningalist, hvat tey deyðu gera í sínum fríløtum, menn undir hatti, busstúrar og mangt, mangt annað. Yrkingarnar eru grundandi, skemtingarsamar og bersagnar alt í senn. Tann seinasti teksturin endar við hesum reglum um sólina:

- sum støkkur upp hvønn morgun / sum var hvør dagur tann fyrsti. Eini ráð, sum lesarin kanska átti at gjørt til síni egnu, skrivar forlagið.