Leikstjórin Lukas Moodyson hevur frammanundan leikstjórnað tveir teir bestu, svensku filmarnar síðstu árini, Tilsammans (2000) og Fucking Åmål (1998), og aftur hesaferð tekur hann fólk á bóli. Lilja 4-ever viðger eitt viðkomandi og aktuelt evni, handil við kvinnum, sum eisini hevur verið uppi og vent hjá okkum síðstu tíðina.
Filmurin er um 16 ára gomlu Lilju, sum býr einastaðni í gamla Sovjettsamveldinum. Alt er steðgað, alt forfellur og øll hava útferðarlongsul. Mamman rýmir undan Lilju til USA, og alt tykist vónleyst, til hon hittir vakra prinsin Andrei, sum birtir nýggja vón. Hann billar henni inn, at í Svøríki, har hann arbeiðir, er eitt betri lív hjá baltiskum kvinnum. Og har byrjar vónleysa søgan.
Lilja endar óviljað í skøkjulevnaði og misnýtslu. Filmurin er ógvuliga dapur, vónleysur og konsekventur. Tað er bara ein orsøk til, at tú heldur filmin út, og tað er, at tú heldur við Lilju, sum er ein sjálvstøðug og viljasterk ung genta.
Filmurin hevur elvt til nógva umrøðu í Norðurlondum, har politikarar og onnur við valdi hava fingið eyguni upp fyri veruleikanum: Ungar kvinnur úr fátøkum korum eru vorðnar ein handilsvøra hjá eysturlendsku mafiuni.
At filmurin eisini er viðkomandi fyri føroyingar er eingin ivi um. Føroysku kvinnufeløgini hava viðgjørt trupulleikan, bæði av samhuga við sínar eysturlendsku systrar, og tí okkurt líknandi hevur nærkast Føroyum.
Lilja 4-ever verður sýndur mikukvøldið 10. mars klokkan 20.00 í Norðurlandahúsinum.