Eg eri skelkaður.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, sigur, at sjálvsøkni hevur aldrin verið størri á Føroya Løgtingi, enn tað er í dag.
Hann kom á Løgting fyri 15 árum síðani.
Men hann staðfestir, at trongdin hjá politikarum úr ávísum økjum at sæta sær sjálvum, hevur aldrin verið størri, enn hon er í dag.
Hann segði hatta, nú Løgtingið viðgerð uppskotið um at gera nýggjan tunnil til Viðareiðis.
Hann heldur, at viljin til at síggja út um sínar egnu bøgarðar, er als ongin.
Hann sipaði eitt nú, til Sandoyartunnilin.
- Eg hevði vónað at tað fór at bøta um støðun, at vit fingu eitt valdømi.
- Men eg má bara staðfesta, at gongdin er tann beint øvugta, tí hetta kraddaralyndið er blivið í so nógv av tí góða, segði Páll á Reynatúgvu áðrenn hann ynstki fólki á Viðareiði til lukku við tunlinum.