Sterk spreinging í bingjuskipi í Dubai

Eitt eygnavitni, sum býr nær við havnalagið, sigur seg hava búð í Dubai í 15 ár, og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur upplivað nakað slíkt.

Sløkkilið fingu skjótt tamarhald á eldinum, sum stóðst av eini spreinging umborð á bingjuskipi.

 

 

Í kvøld hevur ein spreinging verið í einum bingjuskipi, sum liggur í størstu havnini í Dubai. Á sosialum miðlum, sum ymiskir miðlar um okkara leiðir endurgeva, síggjast myndir og vakmyndaupptøkur frá ógvusligu spreingingini.

 

Nú siga myndugleikarnir í Dubai, at eldurin, sum stóðst av spreingingini er undir eftirliti.

 

Eygnavitni fortelja, at spreingingin skakaði bygningar í býnum, og myndir á sosialum miðlum vísa eitt eldhav við havnalagið.

 

- Eg stóð úti á svalanum. Vinur mín sá eitt gult ljós - akkurát sum sólina. Eg tók eina mynd, og síðan hoyrdist eitt buldur, sigur eygnavitnið, Clemence Lefaix, sum hevur deilt myndir av spreingingini á sosialum miðlum.

 

Eitt annað eygnavitni, sum býr nær við havnalagið, sigur seg hava búð í Dubai í 15 ár, og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur upplivað nakað slíkt.

 

Sagt verður úr býnum, at sløkkilið fingu skjótt tamarhald á eldinum, sum stóðst av spreingingini, og sum skilst, er higartil einki frætt um, at nakar hevur fingið skaða.

 

Jebel Ali-havnin í Dubai telist millum tær havnir, sum hevur mestu ferðslu úr stórum parti av heiminum.

 

 

 

 

 

Sløkkilið fingu skjótt tamarhald á eldinum, sum stóðst av eini spreinging umborð á bingjuskipi.