Harumframt varð tosað við kvinnuna, sum koyrdi bilin sum rendi á Ditlev og Rosu Eldevig á Sandvíkarhjalla á hvítusunnu í 2007.
Tað skal meira enn dirvi til hjá fólki, sum er komið í ta støðu at hava volt tveimum fólkum deyða, soleiðis at trína fram og tosa opið um evnið. Slíkt er hugtakandi – og hjartanemandi var tað eisini at hoyra dóttir teirra vísa fyrigeving.
At bilur, ferð og rúsevni eru deyðans vandamikil, tað vita øll, kortini henda slíkar vanlukkur við jøvnum millumbilum – vanlukkur, sum fullkomiliga broyta lívið eftir fáum sekundum.
Onnur vanlukkan var, tá Sámal av Reyni í Havn varð ákoyrdur tíðliga ein sunnumorgun, tá hann var á veg til gongu heim til hús eftir at hava koyrt taxa alla náttina. Eisini hesaferð var tað ein ávirkað ung kvinna, sum koyrdi bilin. Hóast kona og dóttir ikki hava hitt kvinnuna, so hava tær fyrigivið henni.
Triðja vanlukkan var, tá 18 ára gamla Unn Hansdóttir misti tamahaldið á bilinum í hálku á Kalbaksfirði, rendi á Árna Gregersen, sum koyrdi mótsættan veg. Unn Hansdóttir doyði av vanlukkuni. Árni Gregersen greiddi frá, hvussu hann hevur tað, og hvussu væl tað hóast alt kendist at vita, at hann ikki var orsøkin til vanlukkuna.
Hetta árið – í 2007 – doyðu sjey fólk í ferðsluni. Tað var Bergljót Debes Hentze, sum legði hesa hugvekjandi sending til rættis.