RÚSEVNI
Eftir øllum at døma gerast narkotisk evni alt vanligari í Klaksvík.
Hans Djurhuus, sýslumaður, sigur við Norðlýsið, at hetta merkja teir á Politistøðini í býnum.
- Tað er ikki longu bara rúsdrekka og hash, men tað kemur alt oftari fyri at talan er um sterkari rúsevni.
- Hesi evni eru í dag allastaðir kring landið, og tað er serliga ungdómurin, sum er blandaður upp í slíkt, sigur sýslumaðurin.










