Tað varð Tórbjørn Olsen, listamálari, sum fekk Mentanarvirðisløn landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Málningar hansara hava fingið sítt týðandi pláss í okkara myndlistasøgu.
Hann er virtuosur koloristur, sum málar tað, hann sær og upplivir rundanum seg. Við leikandi lættleika spæla litirnir á løriftinum. ljósið eigur høvuðsleiklutin, men tað stendur til áskoðaran, hvat hann fær burtur úr, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann handaði virðislønina. |