Sterk mótstøða til EB/Streym

Tað verður eisini eitt føroyskt lið, sum stillar við sterkastu manning. Sigfríður Clementsen letur frætta, at hann hevur allar mans tøkar til dystin í móti Apoel Nicosia.

Hinvegin er eisini talan um eitt serstakliga sterkt kypriotiskt mótstøðulið.

Landsliðsleikarar frá Kypros, Albania og Makedonia mynda liðið, sum HB megnaði at fáa javnleik ímóti, tá teir spældu fyrra dystin í Cup Winners Cup í móti Apoel Nicosia í 1997. Hinvegin tapti HB 0-6, tá teir spældu á Kypros.

 

Við Sosialin í gjár segði Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, at hóast tað ivaleyst verður trupult, so fer EB/Streymur at spæla fyri sínum møguleika.

? Eitt gott úrslit er, um vit megna halda í dystinum, soleiðis at vit framvegis hava okkurt at spæla fyri í næstu viku, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi.

 

Hóast dysturin ikki byrjar fyrr enn klokkan sjey, so verður farið at hita upp klokkan fýra. Hetta verður í Bowlinghøllini á Hálsi, har fjeppararnir hjá EB/Streymi savnast og gera seg kláran til dyst.