Sterk fíggjarstýring er ein skylda

Allir almennir stovnar skulu gera sær ómak ikki at brúka meiri pening, enn játtaðir eru á fíggjarlógini Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heitir nú á stovnsleiðarar um at halda játtanir, men

stovnsleiðarar fáa samstundis nýggj amboð at stýra eftir.

Fíggjarmálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at seinastu mongu árini hava vit sæð stóra meirnýtslu á fleiri kontum, og tað er ein skylda hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at royna sleppa undan at leggja eykajáttanir fyri Løgtingið.

-At Fíggjarmálaráðið gongur á odda í hesum arbeiði er sjálvsagt. Við Búskaparskipan landsins eru ment framkomin amboð til einstøku stovnsleiðararnar at stýra eftir. Tí er tað eisini burtur við at skýra eina sterka fíggjarstýring fyri toppstýring. Tað er tvørturímóti ein stýring, sum skal virka gjøgnum allan almenna geiran, skrivar ráðið.

Sum nakað nýtt verður nú eisini kravt, at landsstýrisfólkini hvørt í sínum lagi, halda neyvt eyga við peninganýtsluni á sínum ábyrgdarøkjum.

Ein annar liður í sterkari fíggjarstýring er eitt betur skipað arbeiði, tá uppskot til

fíggjarlóg verður gjørt. Fastar mannagongdir skulu gerast fyri alt fíggjarlógararbeiðið.

Tað slepst ongantíð heilt undan eykajáttanum, men eisini her skulu greiðar

mannagongdir gerast fyri, hvussu arbeitt skal vera við uppskotum til eykajáttanarlógir, sigur fíggjarmálaráðið.