Kaupthing
Tað byrjaði í mars mánaði í 2000. Tá bjóðaði Kaupthing Føroyar seg fram í føroyska fíggjarheiminum sum íløgufelag burturav.
Hjá móðurfelagnum í Íslandi var hetta tó bert ein partur av virkseminum. Spakuliga er føroyska virkisøkið eisini økt, og seinasta árið hevur felagið verið roknað sum heildarveitari innan føroyskt vinnulív, tá tosað verður um fíggingarmøguleikar og plasering av kapitali.
Fiskivinnan hvørvir ikki
Tí er tað eisini náttúrligt hjá felagnum at vera umboðað á fiskivinnumessuni, og stjórin, Peter S. Holm, metir eisini hetta sum eitt gott høvi hjá felagnum at markera seg.
- Málið við slíkari luttøku er bæði at vera sjónligur, og so tað, at tú hittir kundar. Bæði verandi og møguligar, eins og talan her bæði er um føroyskt og útlendskt vinnulív. Tað er jú serstakliga í sambandi við tænastur okkara innan vinnulívi, at vit taka lut í slíkari messu, og her er fiskivinnan jú ein sjálvsagdur partur.
Hóast nógv tos seinastu tíðina hevur verið um kreppu í føroyskari fiskivinnu, so heldur Peter tó ikki, at hetta er nakað, sum fer at ræða fíggingarstovnar burtur. Í øllum førum staðfestir hann, at talan framvegis er um ein áhugaverdan marknað.
- Tað eru sjálvandi partar av fiskivinnuni, sum ikki hava tað so gott í løtuni. Men aðrir partar virka framvegis væl, og upp á sikt haldi eg avgjørt, at talan er um eitt áhugavert vinnuøki. Sjálvandi skulu tillagingar gerast, men eg meti á ongan hátt, at talan er um eina vinnu, sum fer at hvørva.
Hvørjar tillaðingar hugsar tú um?
- Vit vita jú av, at vit í Føroyum hava eitt rættiliga høgt kostnaðarstøði. Tí verður helst neyðugt, at virðisøkingin í framleiðsluni verður størri, og hartil verður talan helst eisini um automatisering av arbeiðsgongdum, so hesar gerast minni lønarkrevjandi, heldur hann.
Sera sterkt bakland
Hóast Kaupthing enn ikki hevur eitt ár á baki sum heildarveitari innan vinnulívsfígging, so kann longu nú staðfestast, at felagið er við at vaksa seg upp millum tey stóru her heima.
- Vit hava sum er einar 600 mió kr. í útláni, so sum heild haldi eg avgjørt, at vit eru við at fóta okkum, staðfestir Peter.
Og hann heldur eisini, at Kaupthing hevur fleiri fyrimunir, sum gera, at felagið í eini og hvørjari støðu kann veita eina tænastu, sum er á somu hædd sum hana, ið aðrir veitarar bjóða.
- Vit eru jú partur av einum stórum samtaki, og tað gevur okkum nakrar fyrimunir. Bæði tí vit hava nærum óavmarkaðar fíggingarmøguleikar, meint soleiðis, at tað neyvan er nøkur føroysk vinnuætlan, sum er ov stór. Hartil hava vit eisini eitt sterkt bakland við eini breiðari viftu av serfrøði og tænastum. Og tað kann í nógvum førum vera ein sera áhugaverdur møguleiki hjá vinnulívinum, staðfestir Peter S. Holm at enda.