Sterk bilasøla

Hóast talan í fjør var um eina niðurgongd upp á eini 20% fyri bilasølurnar kring landið, so tykist hetta ikki hava skalað Berg Motors.
Virkið hjá Johannes Berg, sum er eitt hitt størsta av sínum slag í landinum, hevði í fjør eitt úrslit á 4.115 tkr. eftir skatt. Hetta eru 878 tkr. lakari enn úrslitið fyri 2003, men verður serliga gongdin hjá bilasølum í Føroyum havd í huga, so má kortini sigast, at talan er um nøktandi úrslit. Frá seinnapartin av 90?unum og fram til 2003 hevði føroyska bilparkin ein óvanliga stóran tørv á endurnýggjan, og tað ávirkaði eisini talið av seldum bilum. Nú verður mett, at bilasølan er komin í eina meira náttúrliga legu.
Eginpeningurin hjá Berg Motors er nú 24.175 tkr. 20 fólk starvast hjá fyritøkuni.