Østergaard ætlar at keypa enskt felag

Stjórin í FC København, Flemming Østergaard, hevur ætlanir um at keypa eitt enskt felag í 1. deild. Hetta skriva donsk bløð í dag

FC København hevur áhuga í at keypa meirilutan av partabrøvunum í einum enskum 1. deildar felag.
? Vit leita framvegis eftir einum felagi, sum spælir í ensku 1. deild, og vit eru tilreiðar at keypa, um fíggjarætlanir og fyrireikingarnar halda, sigur Flemming Østergaard.
Tó er einki ítøkiligt tilboð á borðinum beint nú. Flemming hevur fyrr fingið tilboð um at keypa enska 2.deildar felagið Huddersfield og okkurt franskt felag, men tá hevur hann ikki keypt.
Talan er um at keypa meirilutan at partabrøvunum, so at FC København hevur ræðið á einum felag. Hetta er fyrstu ferð, at eitt danskt felag hevur ætlanir um at keypa eitt útlendskt felag.