Østergaard ríkaði seg

Tað hevur vakt ans í donskum miðlum, at nevndarformaðurin í Parken Sport & Entertainment, Flemming Østergaard, saman við Mogens Palle fyri bara hálvum ári síðani seldi partabrøv til fyritøkuna sjálva fyri á leið 100 milliónir krónur. Vinningurin hjá teimum báðum av handlinum var um 25 milliónir krónur. Síðani er kursurin á partabrøvunum kavaður við meira enn 500, og tað hevur elvt til illgruna um, at teir báðir ikki handlaðu heilt reiðiliga. Felagið sjálvt hevur í sama handli mist sama virði, sum teir báðir forvunnu.