Østergaard hóttur eftir lívinum

Stjórin hjá Toda í FCK, tann navnframi Flemming Østergaard, er hóttur eftir lívinum av viðhaldsfólki hjá Brøndby. Løgreglan kannar nú málið

Í umleið eina viku hevur Flemming Østergaard fingið óynsktar og sera ljótar telefonuppringingar frá ókendum fólki, ið hava hótt tann kenda stjóran í FCK eftir lívinum. Hann heldur meldað málið til løgregluna, ið heldur, at hesar hóttanirnar koma frá fólki, sum siga seg verða viðhaldsfólk hjá Brøndby, ið er ringasti arvafíggindin hjá FCK.
Flemming Østergaard sigur tó við danskar fjølmiðlar, at hansara gerandisdagur ikki er broyttur eftir hesar hóttanirnar.
Løgreglan heldur ikki, at hóttanirnar skulu takast í ramasta álvara, og Flemming Østergaard skal ikki vera bangin fyri lívinum.

Valdmikil maður
Flemming Østergaard er stjóri í FCK. Hann verður vanliga kallaður Don Ø, sum sipar til, at hann minnir nógv um ein mafiaboss.
Tí hevur hann nógv persónlig viðhaldsfólk, men samstundis er hann illa lýddur av øðrum.
? Hetta hevur als ikki verið stuttligt, og familjan hevur tikið sær tað nær. Nú skulu vit ikki tosa meira um hetta málið, tí løgreglan tekur sær av tí, sigur Flemming Østergaard við danskar fjølmiðlar.
Østergaard leggur afturat, at fjølmiðlarnir einki skriva um, at hann fær fleiri enn 1.000 brøv frá persónligum viðhaldsfólki, og at hetta eisini er ein partur av sannleikanum.