Áðrenn Stephen Hawking andaðist fyrr í ár hevði hann skrivað fleiri greinar, har hann greiddi frá gen-amboðinum CRISPR-Cas9.
Stephen Hawking væntaði, at gen-amboðið fór at skapa ein møguleika at tillaga mannaættina og “betra” hana.
- Eg eri sikkur í, at menniskjan fer at læra at tillaga bæði vit og skil tey næstu 100 árini, skrivaði hann.
CRISPR-Cas9 er eitt amboð, sum millum annað kann brúkast at tillaga gen hjá djórum. Stephen Hawking væntaði, at hetta amboðið fer at vera brúkt av menniskjum at tillaga børn soleiðis at tey gerast yvirment.
Stephen Hawking væntaði eisini, at ótillagað menniskju fara at doyggja út, tí tey ikki kunna fylgja við teimum yvirmentu ella yvirmenniskjunum, sum hann eisini kallaði tey.
- Tá yvirmenniskjuni vera ein veruleiki, koma ótillagað menniskju í álvarsligan vanda, tí vit ikki kunna kappast vit teimum yvirmentu, segði Stephen Hawking.
Ístaðin verður tað ein menniskjaætt av tillagaðum yvirmenniskjum, sum tillagast og mennast skjótari og skjótari.
Menningartilgongdin, sum Stephen Hawking væntaði av CRISPR-Cas9, lýsir trongdina hjá menniskjanum at spæla Gud. Hóast lógir o.a. koma at vera til nýtsluna av amboðinum, klárar menniskjan ikki at standa móti freistingum sum kunnu bjarga lívi teirra, meinti hann.
Rasmus O. Bak, Ph.D. og lærari á Århus Universitet, heldur ikki, at væntanirnar hjá Stephen Hawking eru haldbarar. Hann vil vera við, at tað ikki ber til at rætta uppá so ávís ting sum vit og skil, teir kunna rætta uppá ymiskt annað genetiskt.
- Vit eru langt frá at kunna nýta genterapi at verja fólki móti sjúkum soleiðis yvirorna, sigur Rasmus O. Bak.
CRISPR-Cas9 kann nýtast til viðgerð av børnum við blóðkrabba. Annars er sagt, at amboðið er trupult at brúka á menniskju, tí immunforsvarið kann arbeiða ímóti tí, og tað kann tí gerast skaðiligt.
Greinin hjá Stephen Hawking er tøk til lesnað her.