Fyrstu níggju mánarnar í ár hava 132.599 feðfólk ferðast um flogvøllin í Vágum. Hetta er eitt hálvt prosent meira enn somu tíð í fjør.
Fyri september mána er talið eisini á leið tað sama sum hendan mánan í fjør. Tó bara á leið, tí í ár ferðaðust 172 fólk færri um flogvøllin í september, enn tey gjørdu í september í fjør. 13.074 móti 13.246, sum er ein minking upp á 1,3 prosent.
Á Danmarkarrutunum er ein vøkstur í ferðafólkatalinum at merkja. Men til Íslands og Bretlands er minking. Eisini eru komur og fráfeðrir fækkaðar í mun til í fjør, sigur Statens Luftfartsvæsen í tíðindaskrivi um dagarnar.
Eisini postur og farmur, sum flutt eru um flogvøllin, eru á leið tað sama í september í ár, sum í september í fjør.
Men samanlagt fyri fyrstu tríggjar ásfjórðingarnar vísa hagtølini, at av posti er heldur minni flutt loftvegis, men farmaflutninguri tykist vera í vøkstri.