Ein kanning, sum Norsk Gallup hevur gjørt fyri sjónvarpið TV2 og blaðið VG, vísir, at 43,5 prosent av norðmonnum eru ímóti, at Noreg skal fara upp í ES, meðan 42 prosent siga ja. Í einari tilsvarandi kanning, sum varð gjørd í februar, var eisini meiriluti ímóti, men meðan munurin tá var seks prosentstig, er hann bara hálvt annað prosentstig nú.
Samstundis siga 35 prosent av teimum, sum eru fyri ES-limaskapi, at tey verða ein meiri sannførd um tað rætta í lima-skapinum, um íslendingar fara uppí. Ellivu prosent av teimum, sum í dag siga nei, siga, at tey fara at umhugsa støðuna, siga íslendingar ja til limaskap í samveldinum.
Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Thorbjørn Jagland, fegnaðist í gjár um, at so nógv fólk leggja dent á, hvat íslendingar fara at gera , og hann segði seg vóna, at ES-málið kann koma til viðgerðar í hesum valskeiðinum.
- Tað hevði verið ein stórur fyrimunur at søkt um limaskap saman við íslendingum heldur enn at fingið teir sum mótpart í møguligum samráðingum, segði Thorbjørn Jagland við blaðið Aftenposten.
Nils Bibe hjá norska Gallupstovninum sigur kanningina vísa, at eitt íslendskt ja hevði fingið meirilutin av norðmonnum at sagt ja til limaskap í ES.
- Í veruleikanum stendur á jøvnum nú, men søkir Ísland um limaskap, vísir kanningin, at tað eisini verður meiriluti fyri limaskapi í Noregi, sigur Nils Vibe.