Stendur á jøvnum í lyklastatum

Til tey seinastu amerikansku forsetavalini hava teir sokallaðu swing states fingið alsamt størri umtalu, samstundis sum forsetavalevnir eru farin at brúka meira tíð og pening upp á at vinna teir statirnar. Navnið verður brúkt um teir statir, har báðir flokkar kunnu vinna valið, og kann úrslitið tískil hava avgerandi týdning fyri hvat valevni vinnur flest umboð samanlagt.


Millum annað, so var Florida í 2000 staturin, ið gjørdist avgerandi fyri valið millum Al Gore og George W. Bush, meðan Ohio, Florida, Colorado og Wisconsin vóru millum teir avgerðandi statirnir í 2012.


Hóast undanvalið til amerikanska forsetavalið ikki er liðugt enn, so eru fjømiðlarnir longu byrjaðir at kanna hvussu valevnini klára seg í teimum statum, ið væntandi verða avgerandi í heyst.


Ein veljarakanning, ið Quinnipiac Universty almannakunngjørdi í dag, vísir Hillary Clinton hevði vunnið í Florida og Pennsylvania um val var í dag, meðan Donald Trump hevði vunnið í Ohio.


Talan er tó um langt frá sannførandi leiðslur. Í Florida og Pennsylvania hevði Clinton fingið 43 prosent av atkvøðunum, meðan Trump hevði fingið 42 prosent av atkvøðunum.


Leiðslan hjá Trump í Flordia er heldur ikki serliga sannførandi. Kanningin vísir, at um val var í dag, so hevði Trump fingið 43 prosent av atkvøðunum og Clinton 39 prosent.


- Sum støðan er nú, so klárar Trump seg betri í Pennsylvania enn undanfarnu valevnini hjá republikanska flokkinum kláraðu seg í 2008 og 2012. Viðvíkjandi Ohio og Florida klára bæði valevnini seg nøkulunda líka væl sum undanfarnu valevnini, sigur Peter A. Brown, varaleiðari í stovninum, ið gjørdi veljarakanningina.


Um hugt verður eftir hvørji tey eru, ið siga seg velja Clinton og Trump, so vísir veljarakanningin, at Clinton hevur eina greiða leiðslu millum kvinnur í øllum trimum statum, meðan Trump er klárt á odda millum menn.