Stendur á jøvnum í Danmark

Var fólkatingsval nú, høvdu høgraflokkarnir og vinstraflokkarnir fingið 83 umboð í part Nú ein vika er eftir av valstríðnum til fólkatingsvalið í Danmark, vísir ein kanning hjá Ritzau, at tað stendur á jøvnum.

Var valið nú, høvdu Vinstri, Konservativi og Danski Fólkaflokkurin fingið 83 fólkstingsumboð ella 11 færri enn á valinum í 2005. Sosialdemokratarnir, SF og Radikali høvdu eisini fingið 83 umboð, og Eindarlistin hevði fallið fyri sperrumarkinum. Sostatt hevði Ny Allaince verið tungan á vágskálini við sínum níggju tinglimum.

Kanningin vísir tó, at undirtøkan hjá Ny Alliance er minkandi. Í gjár fekk flokkurin 6,5 prosent av atkvøðunum, men í kanningini hjá Ritzau 5,2 prosent.