Hóast tað einans er ein dagur og 16 tímar til, at bretar fara í valhølini og seta kross við, um Bretland skal fara úr ES ella vera verandi, so eru tað ikki nógvir valserfrøðingar, ið tora at meta um hvat úrslitið verður.
Veljarakanningarnar hava nevniliga verið óvanliga javnar, nú tann lítla leiðslan, ið nei til ES síðan hevur havt síðstu vikurnar, er horvin.
Ein kanning, ið ORB hevur gjørt fyri Daily Telegraph vísir, at tey, ið stuðla bretskum ES-limaskapi eru 53 prosent, ið er ein framgongd á 5 prosent frá seinastu kanning, meðan tey, ið ynskja at fara úr ES eru 46 prosent.
Ein onnur kanning, ið NatCen hevur almannakunngjørt, staðfestir nakað tað sama. 53 prosent ynskja at vera verandi, meðan 47 ynskja at sleppa úr ES.
Tey sum vilja sleppa úr ES hava tó meirilutan í seinastu kanningini, ið YouGov hevur gjørt fyri the Times. Har siga 44 prosent, at Bretland skal úr ES, meðan 42 ynskja verða verðandi.
Hóast serfrøðingar ikki tora at meta um sjálvt úrslitið, so eru flest øll samd um, at valluttøkan helst verður avgerandi fyri úrslitið hósdagin.










