Stendur enn fastur

Tað gongur ikki heilt sum ætlað at fáa partrolaran Jaspis frá landi aftur, eftir at trolarin sigldi á land í nátt. Ætlanin var at Brimil skuldi seta á trolaran og fáa hann leysan um middagsleiti, tá hægsta flóð var, men nú verður upplýst, at tað møguliga fer at taka longri enn væntað.


- Vit hava ikki sett á hann enn. Nú er flóð, men tað vísir seg, at hann enn stendur øgiliga fastur, so vit fáa ikki sett á hann, verður upplýst av vaktarskipinum Brimli, ið liggur hjá Jaspis.


Upplýst verður, at ein loysn er møguliga at lætta bátin og so royna aftur um midnáttarleitið, tá tað aftur er hægsta flóð.


Jaspis rendi á land nærhendis Syðradal á Kalsoynni klokkan 3.15 í nátt. Manningin er umborð á Jaspis, meðan bíðað verður eftir, at báturin sleppur leysur aftur.