Stendur einsamallur ímóti Johan Dahl

Aðrir tinglimir taka ikki undir við at geva Johan Dahl misálit Tað er greitt, at Kári á Rógvi stendur rættiliga einsamallur, nú hann hevur lagt uppskot um misálit á Johan Dahl, Landsstyrismann og sum er greitt frá longur niðri á Portalinum.

John Johannessen úr Javnaðarflokkinum heldur ikki at fólkaræðið er skúgvað til viks, tí løgtingið hevur samtykt alt, sum er hent.

Heldur ikki Sjúrður Skaale úr størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldinum, tekur undir við misálitinum, tí tað heldur hann ikki, at hann kann gera á hesum grundarlagnum. Hann er samdur við nógvum av prinsippmálunum, sum Kári á Rógvi nevnir, men hann heldur ikki, at misálitið er nóg væl undirbygt og hann harmaðist um, at landsstýrismaðurin sjálvur ikki er til staðar at svara ítøkiligum spurningum.

Jenis av Rana úr hinum andstøðuflokkinum, Miðflokkinum, tekur heldur ikki undir við misálitinum

Hann ivast í, um landsstýrismaðurin kundi havt gjørt meiri, enn hann hevur gjørt.

Hann helt, at tinglimir høvdu fingið eina góða kunning úr vinnumálaráðnum og hann hevði eisini kunnað alt løgtingið á fundi.

Hevur Johan minst ein ella tveir dagar skeivt, heldur hann ikki, at tað ber til at avsiga hann sum landsstýrismann.