Stendur einki til hjá B36

B36 er í kvøld í europeiskum ódnarveðri í Gundadali.

Longu eftir fimm minuttir skoraði georgiska liðið við stútara eftir hornasparksinnlegg úr høgru.

Síðani hava fremmandu menninir havt bóltin á stólpanum aftanfyri B36 málverjan.

Í Georgia fyri einari viku síðani tapti B36 2-0.

 

30.

So er B36 undir 2-0. Málið varð skorað í 28. minutti. Eftir innlegg úr høgru royndi B36 verjan at snitta bóltin burtur, men við handara stólpa var georgiskur spælari, sum sendi bóltin í málið.

 

45.

Nú er hálvleikur, olg støðan er framvegis 2-0. B36 hevur verið illa spert. Einastu skotroyndina hevði Sam Malsom í 24. minutti. Eftir innlegg frá Koroma sendi hann av brotsteigarmarkinum bóltin í tvørtræið.

 

66.

Støðan er framvegis 2-0 til georgiska Olimpi Rustava

 

B36-Olimpi Rustava

 

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Jóhan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Odmar Færø, Ásbjørn V. Gunnarsson - Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Bergur Midjord (Dennis Holmberg, 16.) - Magnus Olsen, Brima Koroma, Sam Malsom (Jákup á Borg, 66.)