Stendur einki til í Gøtu

Illa mannaða EB/Streymur vann ein knúsandi tryggan sigur, tá teir so ruddiliga staðfestu kreppuna, sum GÍ er í

Fótbóltur

Lógin hjá Murphy staðfestir, at tað, sum kann ganga galið, gongur galið. Og soleiðis mundu gøtumenn eisini kenna tað, tá teir sunnudagin høvdu vitjan av EB/Streymi.
Talan var annars um ein dyst, sum var ætlaður sum fyrsta stigið í trítrins-rakettini hjá Peturi Mohr og GÍ, nú skútan aftur skuldi fáast á beint. Men longu áðrenn minutt-vísarin í Sarpisgerði var farin um trý, vórðu vónirnar skotnar í senk, at kalla. Ein afturleggin varð fangað í vindinum, sum GÍ hevði undan, og slíkar møguleikar skalt tú ikki geva Sorin Anghel fyri tíðina. Rumenski áleyparin streyk avstað, rundaði málverjan og legði EB/Streym á odda.

Mistu mótið
Og í veruleikanum megnaði heimaliðið ongan tíð at reisa seg eftir hetta. Hóast EB/Streymur var væl og virðiliga umskipað til dystin, nú hvørki Fróði Clementsen ella Andrzej Pacek vóru tøkir til sessirnar í miðverjuni, so kom nýggja samansetingin við Egili á Bø og Marna Djurhuus ongan tíð undir trýst. Heldur ikki, hóast eisini sentrali miðvøllurin var mest sum nýggjur við Gert Hansen og Bárði Olsen.
Hinvegin megnaðu gestirnir fleiri ferðir at spæla seg niðaneftir, og tó at tað skuldi enn eitt verjumistak til, áðrenn tað stóð 0-2 á talvuni, so var tað ikki meira, enn gestirnir áttu uppiborið.
Eftir steðgin tóktist tað fyri tað mesta snúgva seg um, at GÍ vildi avmarka tapið. Sigurin trúðu teir í øllum førum ikki uppá, og tað verður so fremsta uppgávan hjá Peturi Mohr at syrgja fyri, at tann trúgvin aftur fær gróðrarlíkindi á liðnum. Eisini hóast næsta uppgávan er móti oddaliðnum úr B36. Tí fær GÍ ikki stig í tí dystinum, so detta teir við vissu niður á níggjunda plássið, har avleiðingin er, at sessurin í bestu deildini verður settur upp á spæl yvir tveir dystir móti antin B71 ella B68. Tað er ikki ein støða, sum gøtufólk hava verið von við, síðani liðið í 1979 vann seg upp í fremstu føroysku deildina, men verður ikki annað skinn tikið um bak, so kann tað væl gerast kaldi veruleikin. Ikki minst tá hugt verður at seinasta dystinum, sum er á útivølli móti Skála!