Stendur í botni í Danmark

Tað gongur sera striltið við samráðingunum í Danmark um skattalættan og vælferðaruppskotini hjá stjórnini. Fæst ikki semja í dag, kann tað enda við fólkatingsvali Dagurin í dag verður eftir øllum at døma avgerandi, tí Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt, at hann vil hava ein meiriluta fyri uppskotunum í seinasta lagi í dag.

Men Danski Fólkaflokkurin vil ikki taka undir við uppskotinum hjá stjórnini um at lækka toppskattin. Tað endurtók næstformaðurin, Peter Skaarup, í gjár, og hann legði afturat, at flokkurin er til reiðar at velja eitt fólkatingsval heldur enn stjórnaruppskotið.

Samstundis vísa meiningakanningar í Danmark, at tey flestu eru ímóti skattalætta. Tey vilja heldur, at starvsfólk í heilsuverkinum skulu fáa meiri løn.